B68 lá leingi til at vinna og hevði møguleikar at drepa dystin, men tók ikki av og so kundi NSÍ við Peturi Knudsen á odda venda øllum móti endanum.
B68 byrjaði betri og vísti betri hugburð. Og í 14. minutti fekk B68 brotsspark, sum Bartal Páll Klein skoraði uppá. B68 helt fram at verða omaná og í seinna hálvleiki hevði B68 møguleikar at økja til 2-0, men tók ikki av.
Men NSÍ hevur Petur Knudsen og tvær ferðir móti endanum fór hann ígjøgnum í vinstru síðu, sum endaði við máli. Fyrst stýrdi Búi Egilsson innlegg í málið í 82. minutti og í 94. minutti skoraði Dion Splidt umvegis eitt B68 bein.
2-1 til NSÍ í einum dysti, sum leingi sá út til at koppa til B68, sum stóran part av dystinum var omaná og vísti nógv betri hugburð. Uttan iva ein sera søtur sigur hjá NSÍ á grannunum á einum slíkum degi, har tað leikliga ikki hongur so væl saman. B68 stendur á einum stigi og uttan nakran sigur í 15 landskappingardystum á rað.